Taka arbeiðið uppaftur í Eysturoyartunlinum

Taka arbeiðið uppaftur í Eysturoyartunlinum
Boriliðini hava verið í summarfrí, men í hesi vikuni er øll manningin komin aftur til arbeiðis
 
06.08.2017 - 13:04

Arbeiðið í Eysturoyartunlinum verður nú tikið uppaftur, eftir at boriliðini hava verið í summarfrí.

Ein partur av manningini kom aftur til arbeiðis beint eftir ólavsøku, og í hesari vikuni verður øll manningin aftur til arbeiðis, Tá verður borað aftur við fullari megi bæði strandamegin og hvítanesmegin.

Nú er ein góður kilometur boraður tilsamans, og tað svarar til umleið 10 prosent av tunlinum, sum verður góðar 11 kilometrar langur. 

Áðrenn farið var í summarfrí, vórðu 622 metrar boraðir á Strondum og 393 metrar á Hvítanesi.

Tíðarætlanin heldur

Onkrar lekar hava verið í grótinum strandamegin, men sum heild hevur arbeiðið gingið væl, og tíðarætlanin heldur, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum. 

Fyrsta skotið á Strondum varð latið av 21. februar, og fyrsta skotið á Hvítanesi var 27. apríl. 

Gongst sum ætlað, verður Eysturoyartunnilin liðugur í 2020. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688