Grønland: Eingin kunning um radarar í Thule

Grønland: Eingin kunning um radarar í Thule
Landsstýriskvinnan í uttanríkismálum hevur biðið danskar myndugleikar um eina frágreiðing
 
07.08.2017 - 08:11

Grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Suka K. Frederiksen, vil nú hava kannað, um allar mannagongdir eru hildnar í sambandi við, at tøkniliga radarútgerðin í Thule verður dagførd, skrivar Sermitsiak.

- Vit hava longu vent okkum til danska uttanríkisráðið um málið, sigur Suka K. Frederiksen.

- Tað er týdningarmikið, at alt, sum hevur við okkara land at gera, fylgir ásettum mannagongdum, sigur hon við Sermitsiak.

Tá Grønland, Danmark og USA gjørdu eina nýggja verjuavtalu í 2004, fekk USA heimild at uppstiga radaran í Thule.

Hetta var ein liður í amerikansku rakettverjuætlanini.

Ikki óvæntað

- Tí er tað ikki óvæntað, at radarin er dagførdur fyri umleið eina hálva milliard krónur, sigur granskarin í trygdarpolitikki á lærda háskúlanum í Keypmannahan, Kristian Søby Kristensen, við grønlendska kringvarpið, KNR.

Teldur og telduforrit í radaranum verða dagførd, og øll uppstigingin hevur við sær, at tær fimm early-warning støðirnar í Grønlandi fyri fyrstu ferð í 30 ár hava somu útgerð.

Amerkanska loftvápnið væntar, at øll dagføringin verður liðug í 2020, skrivar KNR.

Men tað, sum nú verður gjørt, er ikki í andanum í avtaluni, sum varð gjørd í 2004, sigur Hans-Jacob Helms, fyrrverandi flokskrivari hjá Siumut í fólkatinginum, í eini grein í Jyllands-postinum.

Ikki kunnað

Sambært avtaluni skal USA kunna bæði danskar og grønlendskar myndugleikar, áðrenn broytingar verða gjørdar, og tí átti Grønland at verðið kunnað um tær seinastu dagføringarnar í Thule, skrivar Hans Jacob-Helms.

Justus Hansen, formaður í uttanlandsnevndini hjá grønlendska landstinginum, sigur við KNR, at nevndin hevur einki frætt um málið. 

Og nú hevur landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Suka K. Frederiksen, vent sær til danskar myndugleikar at via, um allar mannagongdir eru hildnar í hesum málinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533