Løgreglan kannar nú skattamálið hjá Eik

Løgreglan kannar nú skattamálið hjá Eik
Tilfarið, sum politiið hevur fingið, fyllir fimm ringbind, men tað kann hugsast, at Taks verður biðið um meira tilfar
 
08.08.2017 - 15:41

Fríggjadagin vendi Taks sær til politiið og bað tað um at lesa skattamálið hjá Eik banka, sum nú eitur Betri banki.

John Kølbæk, fúti, sigur við Útvarpið, at tey eru ikki byrjað enn. 

Men í fyrsta umfari verður tilfarið frá Taks kannað fyri at vita, um tað er nóg mikið til, at politiið kann taka støðu um málið. 

Fimm ringbind

Tað kann hugsast, at politiið fer at biðja Taks um meira tilfar.

Tilfarið, sum politiið fekk fríggjadagin, fyllir fimm ringbind.

Kanningardeildin fer saman við einum løgfrøðingi hjá politinum at meta, um grundarlag er fyri at kanna skattamálið sum eitt revsimál.

Avger politiið at kanna málið, verður úrslitið í teirri kanningini sent Taks, sum er serkunnleikin á økinum, at meta, um kanningin hjá politinum kann bera eina ákæru móti Betri banka.

Taks kann so biðja fútan reisa ákæru í málinum.

Veit meira seinni

John Kølbæk veit ikki, hvussu langa tíð, tey fara at brúka til hetta málið.

Man kanska veit hann meira um ein mánað, sigur hann.

Bárður Larsen, løgfrøðingur, sum kannaði skattamálið fyri Fíggjarmálaráðið, mælti til, at málið verður latið fútanum til nærri støðutakan. 

Fíggjarmálaráðið bað so Taks gera tað. Og tað gjørdi Taks fríggjadagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083