Lutakast um grundstykkir á Strondum

Lutakast um grundstykkir á Strondum
Í kvøld var lutakast um 28 grundstykkir á Strondum
15.08.2017 - 19:52

Í løtuni tekur tað umleið ein tíma at koyra til Havnar av Strondum, men tá Eysturoyartunnilin er liðugur í 2020 fer tað bert at taka umleið eitt korter at koyra til høvuðsstaðin.

Tað sæst eisini aftur í eftirspurninginum eftir húsum og grundstykkjum á Strondum. Seinastu tvey árini er fólkatalið vaksið úr 936 fólkum til 1022, og bara síðani juni mánaða í ár eru 22 fólk komin afturat í kommununi.

Í kvøld var lutakast um 28 grundstykkir, og nógv fólk vóru savnað á kommunuskrivstovuni.

Arthur Johansen, borgarstjóri, vil tó tryggja sær, at tey, sum fáa grundstykki á Strondum, veruliga ætla sær at byggja á tí.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444