- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein føroyingur um árið fær fosturtøku í Danmark
Í miðal okkurt um ein kvinna um árið, sum er skrásett at búgva í Føroyum, hevur fingið fosturtøku í Danmark seinastu 20 árini, frá 1996 til 2016.
Tað siga tølini, sum danska heilsuverkið hevur.
Allar lógligar fosturtøkur í Danmark, sama um tær eru gjørdar á sjúkrahúsum ella á klinikkum, skulu fráboðast Sundhedsdatastyrelsen.
Ellen Trane Nørby, heilsumálaráðharri, hevur svarað Magna Arge, fólkatingsmanni, sum spurdi, hvussu nógvar kvinnur, sum búgva í Føroyum, hava fingið fosturtøku í Danmark seinastu 20 árini, og hvussu nógvar hvørt árið.
Tær eru 22 í tali.
Ellen Trane Nørby sigur, at talið kann vera størri, tí bústaðurin hjá øllum kvinnum, Sundhedsdatastyrelsen fær fráboðan um, er ikki nevndur í fráboðanini.
Fyri at sýna umhugsni, ger Sundhedsdatastyrelsen ikki ein lista, sum sigur, hvussu nógvar lógligar fosturtøkur eru hvørt einstakt ár.
Tí fær heilsumálaráðharrin ikki svarað Magna Arge, hvussu nógvar føroyskar kvinnur hava fingið fosturtøku hvørt árið, men bara í tey 20 árini, spurt varð um.