Vágatunnilin ikki latast landinum enn

Vágatunnilin ikki latast landinum enn
Útveganarkostnaðurin er lán og partapeningur sigur Landsstýrismálanevndin. Henrik Old hevur tí ikki brotið lógina um fast samband um Vestmannasund
 
17.08.2017 - 15:00

Vágatunnilin skal ikki latast landinum, fyrr enn partapeningurin er goldin. 

Útveganarkostnaðurin er at skilja sum bæði lán og partapeningur.

Annars hevði tað staðið í lógini um Vágatunnilin. Tað ger tað ikki.

Tað sigur Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum, sum í gjár gjørdi ta niðurstøðu, at Henrik Old, landsstýrismaður, ikki hevur brotið lógina um fast samband um Vestmannasund.

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, kærdi Henrik Old fyri at bróta eina aðalfundarsamtykt hjá P/f Vágatunlinum.

Aðalfundurin samtykti at landið skuldi fáa undirsjóvartunnilin 10.desember í fjør. 

Partapeningurin hjá landinum í Vágatunlinum er 160 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360