Býráðssamgongan á Tvøroyri slitin

18.08.2017 - 12:48
InnlendisPolitikkur
Býráðssamgongan á Tvøroyri slitin
- Tað er best fyri býin við einum breiðum býráði, sigur Kristina Roest, sum hevur slitið býráðssamgonguna á Tvøroyri

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, hevur mist sín meiriluta.
Kristina Roest, býráðslimur, hevur sleit býráðssamgonguna í gjárkvøldið.
 - Tað hevur verið nógv innanhýsis stríð í samgonguni, sigur Kristina Roest, sum ikki vil nágreina, hvat ósemjan snýr seg um.

Fer ikki upp í andsstøðuna

Samgongan í býráðnum á Tvøroyri taldi fýra av sjey býráðslimum. Við at taka seg úr samgonguni er samgongan harvið endað í minniluta. Men tað merkir ikki, at andsstøðan er komin í meiriluta.

 - Mítt størsta ynski er, at vit megna at fáa eitt breitt býráð - onga samgongu og onga andsstøðu - men at øll sleppa framat, sigur Kristina Roest.

Kristina Roest vald saman við Kristini

Kristina Roest er næstvald á Kommunulistanum, sum Kristin Michelsen stovnaði áðrenn valið í fjør. Hon fekk 72 atkvøður. Trý fólk vórðu vald á Kommunulistanum, sum fekk skipað meiriluta saman við Anitu Vibergsdóttir, sum varð einsamøll vald á Borgaralistanum.

Javnaðarflokkurin, sum eisini fekk trý fólk vald í býráðið, endaði í andsstøðu.

Borgarstjórin hevur ongar viðmerking

Kristin Michelsen, borgarstjóri, hevur ongar viðmerkingar um nýggju støðuna í býráðnum á Tvøroyri. Vist er tó, at hann verður sitandi. Borgarstjórar eru valdir alt valskeiðið - óansæð um teir eru í meiriluta ella minniluta.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444