Rektarin hevur svarað kæru

Rektarin hevur svarað kæru
Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, hevur svarað kæruni, sum lærarar í Hoydølum sendi Mentamálaráðnum í juni
Savnsmynd
Bogi Bech Jensen svarar kæru frá lærarum
18.08.2017 - 19:46

23. juni bleiv Bogi Bech Jensen kærdur til Mentamálaráðið. Meira enn helvtin av lærunum í Hoydølum og øðrum skúlum, skrivadu undir kæruna. Orsøkin var, at fólk vóru ónøgd við leiðslustílin hjá rektarinum.

Lærarar finnast millum annað at, at leiðslustílurin ikki er nóg fólkaræðisligur. Til tað svarar rektarin í kærusvarinum, at:

- Á Glasi er tað rektarin sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av øllum, sum gongur fyri seg á stovninum. Sum rektari er tað tí umráðandi fyri meg, at eg kann standa inni fyri øllum, sum gongur fyri seg á Glasi. Grundleggjandi skal viðmerkjast, at tá starvsfólk og áhugabólkar verða hoyrd, so spyr man tey ikki um, hvat man skal gera, men heldur spyr man tey um, hvat tey halda, at man skal gera.

Harafturat finnast lærararnir harðliga at, hvussu Bogi Bech Jensen samskiftir við starvsfólkini. Sambært teimum er hann ráðaríkur og lurtar ikki eftir kritikki. Tey pástanda, at hann ikki vil skipa fyri fundum, har fleiri fólk luttaka samstundis. Til tað svarar Bogi Bech Jensen, at:

-Tað er møguligt, at onkur av starvsfólkunum ikki hava verið á fundi ein-til-ein fyrr og tí halda, at hetta er løgið. Eg meti tó, tað er umráðandi, at leiðarar kenna síni starvsfólk. 

Bogi Bech Jensen, vildi ikki gera samrøðu við Kringvarpið í dag, men sigur í stuttari viðmerking, at hann tekur kæruna í størsta álvara. 

Mentamálaráðið veit enn ikki at siga, hvørjar avleiðingar kæran fer at fáa. Viðgerðin av kæruni verður helst drúgv, tí lærararnir, ið hava kært rektaran, fáa høvið at svara hoyringarsvarinum hjá rektarinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435