Sjómannadagar: Togtogan og grind

20.08.2017 - 10:35
InnlendisSamfelag
Sjómannadagar: Togtogan og grind
Togtogan, vatnkríggj og matur úr sjónum var á skránni á sjómannadøgunum í Klaksvík aftur í ár. Sum nakað nýtt kundu fólk royna grindabúffar

Føroya Sjómannadagur var í gjár, og í ár og sum vanligt var vatnkríggj og togtogan á skránni. Eisini var serliga nógv burturuúr matinum.

Fleiri matbásar vóru, og millum annað bar fyri fyrstu ferð til at fáa grindabúffar og kokaða grind. 

Og grindin gekk sum heitt breyð, sigur John William Joensen, en av fyriskiparunum.

Umleið 10.000 fólk vitjaðu sjómannadagarnar í fjør. Fyriskipararnir vita ikki enn, hvussu nógv fólk hava verið á sjómannadøgunum í ár.
   

 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418