Ynskja betri samband millum Føroyar og Japan

Ynskja betri samband millum Føroyar og Japan
Møguleikar eru fyri øktum samstarvi millum Føroyar og Japan, heldur landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum hitti japanska varaumhvørvismálaráðharran.
 
24.08.2017 - 08:08

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hitti í gjár japanska varaumhvørvismálaráðharran Tadahiko Ito. 

Teir skulu báðir taka lut á stóra matvørutoppfundinum World Food Summit, sum verður í Keypmannahavn í dag og fríggjadagin.

Poul Michelsen nýtti høvi at greiða frá framgongdini innan matvinnu og matmentan í Føroyum seinastu árini. 

Hann vísti á, at nýggja matvørulógin eggjar til nýskapan og íverksetan, tí krøvini ikki eru so strong sum tey hava verið til smærri framleiðarar.

Umrøddu veðurlagsbroytingar

Varaumhvørvismálaráðharrin og landsstýrismaðurin umrøddu eisini avbjóðingar, sum veðurlagsbroytingar bera í sær og sum kunnu ávirka fiskastovnar. 

Poul Michelsen greiddi frá, at komandi fiskivinnunýskipanin fer at leggja lunnar undir betri gagnnýtslu av fiskatilfeinginum, tí alt skal til lands. Hetta fer at minka um burturkast og økja um framleiðsluna.

Eisini kunnaði landsstýrismaðurin um føroyska búskapin og fólkavøksturin seinni árini. í tí sambandi umrøddu ráðharrarnir eisini møguleikarnar fyri øktum samhandli millum Føroyar og Japan.

“Tadahiko Ito og eg eru samdir um, at møguleikarnir fyri øktum samstarvi millum Føroyar og Japan eru stórir á nógvum økjum,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í skrivi.

Ræst kjøt á endar á pallborði 

Í dag og fríggjadagin verður Poul Michelsen við á stóru altjóða mattoppfundinum World Food Summit. 

Landsstýrismaðurin skal á pallborðsfundi umrøða týdningin av og møguleikarnar fyri fjølbroytni í mati, millum annað við støði í serføroyska siðbundna ræsta.

Í kvøld skal Poul Michelsen handað eina av norðurlendsku Embla matvirðislønunum, ið verða latnar á Ráðhúsinum í Keypmannahavn. Føroyingar eru tilnevndir til fleiri virðislønir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808