Sam farin á beding í Havn til umvælingar

Sam farin á beding í Havn til umvælingar
Sam fer væntandi í siglingina aftur leygardagin. Eingin bilflutningur um Kalsoyarfjørð ímeðan
Ein stakkari verður brúktur til at flyta bingjur (tilvildarlig mynd).
 
24.08.2017 - 09:20

Ikki fyrr enn leygardagin verður Sam aftur at síggja í Kalsoyarfirði.

Skipið stendur nú á bedingini hjá Mest í Havn, har skaðarnir á hekkuportrinum verða umvældir.

Strandfaraskipið Sam fekk skaða í Havn mikunáttina.

Ein endi hjá Sam slitnaði, tá ein stakkari koyrdi um borð. Tí fór skipið út frá.

Hálvur umborð

Stakkarin hekk hálvur út av bildekkinum, sum var ájavnt við sjógvin av tyngdini. Stakkarin vigar 76 tons.

Ein stakkari verður brúktur til flyta bingjur og stápla tær.

Kranin hjá Tórshavnar havn fekk stakkaran í land aftur. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329