Einki virki keypti á afturlatnu uppboðssøluni

Einki virki keypti á afturlatnu uppboðssøluni
Rættindi at fiska makrel seld fyri 3,25 kr/kilo. Helst ov nógv fyri virki.
Landið fær nógv fyri rættin at fiska makrel.
 
25.08.2017 - 08:07

Einki virki keypti makrel á fyrstu afturlatnu uppboðssøluni í gjár.

Makrelurin fór fyri 3,25 kr. 

Tvey virki keyptu rættindi at fiska makrel týsdagin, tá Fiskamarknaðurin seldi.

Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Pelagos, helt, at prísurin tá, hann var 3,15 kr. við øllum, var ov høgur.  

Næsta uppboðssølan verður týsdagin.

Tá selur Fiskamarknaðurin rættindini at fiska 9.000 tons norðhavssild og 9.000 tons av svartkjafti á opnari uppboðssølu.

42 milliónir 

Higartil hava tvær uppboðssølur verið.

Selt er fyri 42 mió. kr.

Átta uppboðssølur eru í august og september.

Seld verða rættindi at fiska 121.315 tons. 

Nógv tað mesta er uppsjóvarfiskur, sild, svartkjaftur og makrelur, og 2.827 tons eru botnfiskur í Barentshavinum.

Vørn stendur fyri teimum fýra afturlatnu uppboðssølunum, sum eru hósdagar.

Fiskamarknaðurin stendur fyri teimum opnu uppboðssølunum, sum eru týsdagar.
  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815