Monsunregnið hevur kravt 1200 mannalív

Monsunregnið hevur kravt 1200 mannalív
Vatnflóðin er tann ringasta í tíggju ár.
Mynd: Savnsmynd  
 
27.08.2017 - 12:10


Monsunregnið í Landsynningsasia hevur lagt ein triðing av Bangladesh undir vatn. Har búgva 163 milliónir fólk, og ST sigur vatnflóðina vera ta ringastu, ið verið hevur seinastu tíggju árini, skrivar Reuters

Í minsta lagi 1200 fólk eru deyð serliga í India, har 850 fólk hava latið lív seinastu tveir mánaðirnar. Av teimum eru 379 fólk deyð seinastu tveir dagarnar.

Monsunregnið er frá juni til september í India, Nepal og Bangladesh, men í ár hevur tað verið verri enn vanligt. Fleiri hundað túsund fólk hava mist hús og heim, tey hava hvørki mat ella reint drekkivatn og vandi er fyri umfarssjúkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751