Flogskiparar í SAS hótta við verkfalli

Flogskiparar í SAS hótta við verkfalli
 
28.08.2017 - 08:07

Flogskipararnir í skandinaviska flogfelagnum SAS eru komnir við fyrstu ávaringini um verkfall, tí stígur er komin í sáttmálasamráðingarnar.

Check-in.dk skrivar, at ávaringin ber í sær, at donsku flogskipararnir í SAS í fyrsta lagi fara í verkfall 11. september, spyrst einki burtur úr samráðingunum um nýggjan sáttmála.

Flogskipararnir í SAS hava hvør sítt felag - í Danmark, Noregi og Svøríki.

Danska felagið sigur, at eingin gongd hevur verið í samráðingunum í summar, og tað hevur fingið flogskipararnar at koma við fyrstu ávaringini um verkfall. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928