Rennandi menn oman Pisuvarða og DNA hjá øðrum

Rennandi menn oman Pisuvarða og DNA hjá øðrum
Eitt vitni og trý DNA prógv hevur ákærin móti monnunum, sum eru ákærdir fyri eldáseting. Ikki prógvað, at eldur er settur á, siga verjarnir
Um eina viku fellur dómur um eldin í fjør summar.
 
29.08.2017 - 17:30

Eitt vitni og trý DNA prógv eru bestu kortini hjá ákæranum móti monnunum, sum eru ákærdir fyri eldáseting.

Tað er ikki prógvað, at eldur er settur á, siga verjarnir. 

Brunateknisku frágreiðingarnar eru ikki 100 prosent avgjørdar um ásettan eld.

Og DNA kann ikki brúkast einsamalt sum prógv í einum revsimáli, segði annar verjin.

Nógvir dómar eru um tað í Danmark, segði hann.

Trý DNA spor

DNA, sum svarar til tað hjá tí hjá yngra ákærda, er funnið í einum blóðdropa á einum spaka, sum stóð í einum úthúsi hjá AA húsinum, einum lítlum kufferti og á einari mappu, sum var í kuffertinum, sum varð funnið uttan fyri eitt opið vindeygað beint eftir, at politiið kom til eldsbrunan á Tinghúsvegnum.

Eitt vitni, ein kvinna, sigur seg hava møtt tveimum rennandi monnum undir Pisuvarða, sum er stutt frá AA húsinum.

Tá kvinnan kom til hús undir Pisuvarða beint aftaná, sá hon, at eldur var í AA húsinum.

Hon segði á rættafundinum í dag, at menninir vóru illgrunasamir.  

Kendi annan aftur

Hon kendi annan teirra, tann eldra ákærda, aftur á myndum hjá politinum. 

Hon segði seg tá vera 70-80 prosent vísa í, at tað var hann. Í dag segði hon vera næstan fullvísa, 99 prosent, at tað var hann, hon sá undir Pisuvarða seint um kvøldið 20.juli í fjør.

Hin mannin kendi hon ikki aftur, hóast politiið eisini hevði myndir av honum.

Annar er kendur aftur, og politiið hevur DNAið hjá hinum.

Hetta er høvuðsprógvið hjá ákæruvaldinum í revsimálinum, sum endaði í Føroya rætti klokkan hálvgum fimm í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928