- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sildin gav munandi betri prís enn svartkjafturin
Landskassin fekk stívliga 19 milliónir krónur burturúr, tá Fiskamarknaður Føroya seinnapartin seldi 9000 tons av svartkjafti og 9000 tons av norðhavssild á opnari uppboðssølu.
Tað er stórur munur á prísinum fyri norðhavssilda og svartkjaftin. 16 milliónir og 850 túsund krónur vóru 9000 tons av norðhavsild keypt fyri, meðan 2 milliónir 133 túsund krónur komu inn fyri svartkjaftin.
Sjey keyparar bjóðaðu seg fram á uppboðnum, og seks teirra keyptu. Tað vóru:
Næraberg, Borgarin, Norðborg, Tummas T, Jupiter og Nýborg.
Felagið Næraberg keypti 1.150 tons av norðhavsild fyri 1,90 oyru kg og Borgarin keypti 900 tons fyri 2,06 krónur kg
Norðborg gav mest fyri norðhavssildina 2,10 kr kg í miðal fyri 1.150 tons av norðhavssild
Tummas T sum felagið "Varðin" eigur keypti 3.350 tons av norðhavssild til fyri 1,61 kr. kg og Jupiter eisini hjá Varðanum keypti 2.450 tons fyri 2,04 kr kg
Tilsamans komu 16 milliónir og 850 túsund krónur inn fyri 9000 tons av Norðhavssild
Prísurin fyri svartkjaft var nakað lægri.
Næraberg keypti 3.350 tons av av svartkjafti fyri 22 oyru kg og Borgarin 2.350 tons fyri 25 oyru kg
Nýborg hjá Ocean Group Faroes keypti 2.500 tons av svartkjafti fyri 25 oyru kg
og Tummas T keypti 800 tons av svartkjafti fyri 22 oyru kg.
Samanlagt komu 2 milliónir 133 túsund krónur inn fyri svartkjaftin.
Uppboðssølan í dag er tann triðja av tilsamans átta uppboðssølum, sum verða hildnar í august og september.
Í síðstu viku seldu Fiskamarknaðurin og Vørn fiskirættindi fyri 42 milliónir krónur, og í dag hevur Fiskamarknaðurin altso selt rættindi fyri 19 milliónir krónur afturat.