Fíggjarkarmurin í Runavík 200 mió. kr. næsta ár

Fíggjarkarmurin í Runavík 200 mió. kr. næsta ár
Kommunan væntar at brúka 147 mió. til rakstur og 40 mió. til íløgur í 2018
 
30.08.2017 - 15:16

Runavíkar býráð fer í annaðkvøld at viðgera fíggjarkarmarnar fyri næsta ár.

Fíggjarnevndin skjýtur upp, at karmurin verður 202 milliónir kr.

Persónsskatturin verður mettur til 150 milliónir krónur, og kommunan væntar at fáa 20 milliónir krónur í partafelagsskatti.

Eftirlønarskatturin verður mettur til 32 milliónir.

Raksturin í Runavíkar kommunu í 2018 verður mettur at kosta 147 milliónir næsta ár, og ætlanin er at gera íløgur fyri 40 millónir. 

Fíggjarkostnaðurin verður mettur til 15 milliónir kr. 

Hjálp til vinarkommunu

Á fundinum í annaðkvøld fer Runavíkar býráð eisini at taka støðu til eitt uppskot um at játta Ummannaq kommunu í Grønlandi 200.000 krónur í sambandi við flóðalduna.

Runavík og Ummannaq eru vinarbýir, og tær 200.000 krónurnar skulu latast bygdini Nuugaatsiaq í Ummannaq-fjørðinum, sum varð meint rakt av flóðalduni. 

Býráðið samtykti fyrr í summar at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini um at játta peningin í eini eykajáttan, og málið kemur til aðru viðgerð á fundinum í annakvøld. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928