Norðmenn skulu telja atkvøður við hond

Norðmenn skulu telja atkvøður við hond
Allar atkvøður skulu teljast við hond, nú trygdin verður herd fyri valtelduskipanina í sambandi við norska stórtingsvalið
Uppteljing við hond í høllini á Hálsi í Havn
 
02.09.2017 - 12:52

Kommunalmálaráðið í Noregi biðir allar kommunur um í minsta lagi einaferð at telja atkvøðurnar við hond á Stórtingsvalinum seinni í hesum mánaðinum.

Harumframt verður trygdin fyri telduskipanunum eisini herd.

Øktur áhugi fyri telduskipanini

Ein maskina telur atkvøðurnar, men eftir at Valstýrið, norski trygdarmyndugleikin og trygdartænastan hjá løgregluni hava mett um skipanina, hevur valstýrið gjørt av, at allar atkvøður skulu teljast við hond.

- Valskipanin í Noregi er royndarkoyrd og er trygg. Samstundis hava vit sæð vaksandi virksemi og áhuga útifrá fyri tøkniligu loysnunum, og tí halda vit, at tað er rætt at seta trygdartiltøk í verk, - og eitt av teimum eru at kommurnar skulu telja upp manuelt, sigur Jan Tore Sanner, ráðharri í kommunumálum, við norska TV2.

Hann metur tó ikki, at talan er beinleiðis um hackarar, men at økti áhugin fyri tøkniligu síðuni av valskipanini, ger, at trygdin er herd. 

- Tað hevur týdning fyri meg, at fólk hava álit til sjálva valskipanina og til valúrslitið.

Økt arbeiðsbyrða

Valúrslitið verður nakað seinkað av hesum, sigur Jan Tore Sanner, ráðharri í kommunumálum.  

Sum er, telja longu helvtin av kommunum atkvøður við hond, men fyri hinar kommunurnar verður hetta økt arbeiðsbyrða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373