Helgi tapti seinna talvið í World Cup í Georgia

Helgi tapti seinna talvið í World Cup í Georgia
Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, var við undirlutan móti aserbadsjanska superstórmeistaranum, Teimour Radjabov
 
04.09.2017 - 16:10

Fyrra talvið í fyrsta umfari teirra millum í gjár endaði javnt.

Radjabov vinnur tí 1½-½ á føroyska mótstøðumanninum, og heldur fram í kappingini. Helgi er útsligin. 

Tað stóð á jøvnum, tá 20 leikir vórðu spældir í dag. Í 21. leiki var Helgi óneyvur, og eftir tað var eingin náði. Radjabov fekk við snildari fintu avgerandi álop, og Helgi legði kongin, tá 32 leikir vóru fluttir.

Radjabov nr. 19
Á nýggja alheims styrkilistanum, sum heimstalvsamgongan FIDE kunngjørdi fríggjadagin, er 30 ára gamli Teimour Radjabov nummar 19 í heiminum. 

Hann var stórmeistari longu 14 ára gamal sum tann næstyngsti nakrantíð.

Helgi kann fegnast um, at honum eydnaðist at fáa annað talvið javnt móti so sterkum mótstøðumanni.

Fáir norðurlendingar
Eingin føroyingur hevur fyrr verið við í stórari World Cup talvstevnu. 

Av teimum 128 telvarunum, sum eru við í kappingini í Tbilisi, er Helgi Dam Ziska ein av fýra norðurlendingum. Jóhann Hjartarson úr Íslandi tapti 2-0 fyri David Navara úr Kekkia, men Aryan Tari úr Noregi fekk 1-1 móti Gawain Jones úr Onglandi. Teir fara undir kvik-telving í morgin.

Fjórði norðurlendingurin er heimsmeistarin Magnus Carlsen úr Noregi. Hann telvar seg spælandi víðari í annað umfar. World Cup talvkappingin í Tbilisi endar 28. september.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040