Løgmaður undrast á Bárð Nielsen

bannari
Løgmaður undrast á Bárð Nielsen
Aksel V. Johannesen sigur, at Sambandsflokkurin hevur broytt støðu í spurninginum, um viðmerkingar skulu vera í uppskotinum um stjórnarskipan
Løgmaður hevur svarað fyrispurningi frá Bárði Nielsen um stjórnarskipanina
 
06.09.2017 - 13:52

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur seg undrast á, at Sambandsflokkurin ikki longur stendur við álitið frá 2010 um stjórnarskipanina, um at strika viðmerkingarnar til uppskotið, sum Sambandsflokkurin eisini skrivaði undir.

- Hetta undrar meg stórliga, tí formaðurin í Sambandsflokkinum hevur als ikki givið hetta til kennar á teimum mongu fundunum, sum hava verið síðani á heysti í 2015, sigur løgmaður í svari til Bárð Nielsen, formann í Sambandsflokkinum, sum setti Akseli V. Johannesen ein grein 52 spurning um stjórnarskipanina.

Aksel V. Johannesen sigur, at politiska skipanin, eisini Sambandsflokkurin, hevur verið á einum máli um, at viðmerkingar skulu ikki vera við uppskotinum um Stjórnarskipan Føroya.

Serstøk lóg

Hetta kemst av, at uppskotið er so serstakt, at tað kann ikki javnmetast við eina vanliga løgtingslóg, tá ið ræður um uppseting og eftirkanning.

Síðani løgtingsvalið í 2015 hava allir floksformenn arbeitt víðari við stjórnarskipanini, og útgangsstøðið hevur verið uppskotið hjá grein 25 nevndini frá 2010.

Í arbeiðnum seinastu tvey árini hevur einki ynski hevur verið um at seta viðmerkingarnar inn aftur í uppskotið, heldur ikki frá Sambandsflokkinum, sigur løgmaður í svarinum til Bárð Nielsen.

Kemur í tingið fyrsta dagin

Aksel V. Johannesen sigur, at uppskotið um stjórnarskipan verður latið løgtinginum í næstum. Eftir ætlan fer uppskotið í eina grein 25 nevnd, har allir flokkar verða umboðaðir.

Hann sigur seg vóna, at uppskotið fær eina virðiliga og uppbyggjandi viðgerð, har spurningurin um viðmerkingarnar eisini verður viðgjørdur.

- Vónandi eydnast tað at finna eina breiða semju, sum eisini umfatar Sambandsflokkin, sigur løgmaður í svarinum til Bárð Nielsen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804