Danir dumpa politikarar í kanning um trúvirði

Danir dumpa politikarar í kanning um trúvirði
Men tað eru ikki bara politikarar, sum hava vánaligt trúvirði, vísur kanningin. Danir hava heldur ikki álit á bilseljarum og journalistum
 
14.09.2017 - 07:25

Tað er Epinion, sum hevur gjørt kanningina fyri Radius Kommunikation, og 25 fakbólkar eru skipaðir í raðfylgju eftir, hvussu stórt trúvirði danir halda, at teir hava.

Kanningin er grundað á svar frá 2037 útvaldum umboðandi dønum í august mánaði.

Jarðarmøður ovast

Fakbólkarnir eru settir í raðfylgju frá eitt til fimm, har fimm er sera gott trúvirði og eitt er sera lágt trúvirði.

Meðan jarðarmøður liggja ovast við 4,13 stigum, liggja politikarar í botni við 2,07 stigum.

Og frágreiðingin er einføld, hví tað er so, sigur Nicolaj Taudorf Andersen, nevndarformaður í Radius Kommunikation.

- Bólkarnir hava størst trúvirði, sum gera tænastur fyri vælferðasamfelagið hjá okkum dønum. Tað eru tey, sum vit hava hitt - andlit til andlits, og sum hava hjálpt okkum, og serliga í sambandi við sjúkur, sigur hann.

- Læknar og advokatar kunnu missa rættin at arbeiða, um teir gera nakað galið ella ikki halda etisku reglurnar. Tað vil siga, at nakrir stovnar gera, at tey hava eitt rímiliga høgt trúvirði, sigur hann.

Góð ráð

Hetta er níggjundu ferð, at felagið ger slíka kanning, og hvørja ferð hava poltikarar ligið í botninum. Okkurt árið lógu spindoktarar lægri, men teir eru ikki við í kanningini longur.

Nicolaj Taudorf Andersen sigur at tað er ymiskt, hvat hvør fakbólkur skal gera fyri at bøta um trúvirði. 

Embætisfólk kunnu til døma tosa skilligari, meðan journalistar og politikarar skulu læra seg at viðganga, tá teir hava tikið skeiva avgerð, skrivar danska tv2.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968