Funnu heldur ikki Mars í gjár

Funnu heldur ikki Mars í gjár
Leitaðu við skannara víða um í Skopunarfirði. Streymloysi verður um tvær vikur.
Mykines og Mars stoyttu saman norðan fyri Skopun hósnáttina 31.august. Ikki er greitt enn, hví vanlukkan hendi.
 
14.09.2017 - 11:23

Leitingin eftir glastrevjabátinum Mars, sum sakk eftir samanstoyt við farmaskipið Mykines í Skopunarfirði hósnáttina 31.august, gav heldur einki úrslit í gjár.

Landsverk, sum hevur ein bát, leitaði við skannara víða um í Skopunarfirði, men fann ikki bátin. 

Streymurin var langt niðri í gjár, og veðrið at leita var gott.

Tveir menn vóru við Mars. 

Teir vóru báðir í stýrihúsinum, tá samanstoyturin varð. 

Annar slapp út, men hin er ikki komin afturíaftur.

Streymloysi um tvær vikur

Streymloysi verður í Skopunarfirði 28.september. Møguliga verður leitað tá, tað veldst millum annað um veðrið, sigur Sjóbjargingarstøðin.

1.september samtrolaðu Stelkur og Vesturtúgvan eftir Mars. Teir høvdu fatur í bátinum, tí olja kom upp, men teir fingu ikki bátin í trolið. 

Brimil leitaði eisini við myndatóli fyrstu dagarnar eftir vanlukkuna. 

Okkurt var at síggja, sum líktist einum báti, men tað hevur helst verið grót.

Mars var frambygdur glastrevjabátur, 27 føtur langur.

70 til 80 metra dýpi er, har sum báturin sakk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493