Vísindavøkan 2012 (2:2)

22.11.2012 - 10:11
Lívsstílur
Vísindavøkan 2012 (2:2)
Í sendingini verða tríggir fyrilestrar sendir, sum vóru hildnir á Vísindavøkuni sum granskingarráðið skipaði fyri

Fyrsta fyrilesturin heldur May-Britt Skoradal Jacobsen, hon er granskari á sjúkrarøktarfrøðisskúlanum á Fróðskaparsetrinum. Fyrilestur hennara kallast "Er vandi fyri at 9. floks næmingar fáa Typu II Diabetes."

Næsti fyrilestrahaldari er Jana Ólavsdóttir, ph.d lesandi á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og granskari á Jarðfeingi. Fyrilesturin ber heiti "Ímyndi tykkum, at Føroyar einaferð hava havt miðalhavs veðurlag."

Tann triðja og seinasta fyrilesturin heldur Bjørn Kunoy, lesandi á lærda háskúlanum í París, og løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkistænastuni. Fyrilesturin kallast "Totalt langt úti." Hvør eigur rættin til landgrunnin har úti?

Hoyr fyrilestrarnar her.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537