Kommunan vil hava fólk at súkkla og ganga

Kommunan vil hava fólk at súkkla og ganga
Nógv tóm bilsetur koma til Havnar hvønn morgun
Í vikuni verða skelti hongd upp í kommununi.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
15.09.2017 - 08:05

Dupult so nógv sum í fjør skulu súkkla ella ganga í 2020.

Tað vil Tórshavnar kommuna, sum er við í European Mobility Week. 

Evnið í ár í tí samstarvinum er Saman røkka vit longri. 

Og fyri at undirbyggja tað, hevur kommunan talt bilar og bilførarar.

689 bilar koyra eftir Hvítanesvegnum til Havnar um tíman gerandismorgnar.

Nógv eru einsamøll

77 prosent av bilførarunum, 530 fólk, eru einsamøll í bilinum.

Nógv tóm pláss eru tí í hvørjum bili. 

Teljingin vísir eisini, at um morgunin koyra 907 bilar um tíman á Jóannesar Paturssonar gøtu. 

Og 669 bilar koyra um tíman eftir Marknagilsvegnum seinnapartin.  

European Mobility Week er frá 16. til 22.september.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961