Staksdagurin setti met

24.09.2017 - 14:17
Lívsstílur
Staksdagurin setti met
Á uppboðsøluni í Tjørnuvík í gjár komu 127.300 krónur inn

Heili 127.300 krónur.


So nógv kom í kassan, tá uppboðssøla var á Staksdegnum í Tjørnuvík í gjár.


Upphæddin er tann størsta nakrantíð, og tískil er talan um met.


150 fólk vóru úti í Stakkinum eftir seyði, fleiri høvdu teknað seg, 150 er loftið. Hesi komu aftur við 15 seyðum.


Pengarnir, sum koma inn av uppboðssøluni, fara aftur til Stakkin.


Ein nevnd umsitur pengarnar, sum millum annað fer til røkt og viðlíkahald, umframt at ymiskt í Tjørnuvík eisini verður stuðlað.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418