Øll mugu taka ábyrgd

12.10.2017 - 09:56
InnlendisUmhvørvi
Øll mugu taka ábyrgd
Tað er ikki bert vinnan, men eisini kommunurnar, og landið sum dálka náttúruna, og mugu taka hetta í størri álvara, heldur Marita Rasmussen

Tað er ikki bert vinnan, men eisini kommunurnar, landið, landbúnaðurin og fólk sum heild, sum dálka og hava ávirkan á náttúruna. 

Um meira skal gerast fyri at verja náttúruna, mugu eitt nú kommunurnar eisini taka hetta í álvara, heldur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, nú arbeitt verður við einari nýggjari náttúruverndarlóg:

Kommunurnar hava í dag byggisamtyktirnar um hendi, og skipa sostatt mesta byggivirksemið í landinum.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan í innlendismálum hevur ætlanir um, at tá ein nýggj náttúruverndarlóg er samtykt, so skal farast undir arbeiðið at gera eina planlóg, har lendi í Føroyum skal skipast.

Marita Rasmussen heldur, at bæði vansar og fyrimunir kunnu verða fyri vinnuna við einari planlóg, men tað er týdningarmikið, at atlit verða til, hvussu lendi og eitt nú ídnaðarøkir hava verið skipaði higartil.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216