Sjúkrakassin seldur fyri næstan fimm milliónir

Sjúkrakassin seldur fyri næstan fimm milliónir
Lýstur til sølu á heimasíðu og Facebook
Sjúkrakassarnir fóru í søguna, tá Heilsutrygd kom. Nú er bygningurin hjá Havnar sjúkrakassa seldur.
 
31.10.2017 - 12:58

Bygningurin hjá Havnar sjúkrakassa er seldur fyri 4,9 mió. kr. Hann varð seldur hálvan juli. 

Bygningurin var mettur at vera verdur minst 4,5 mió. kr.  

Tað upplýsir Rigmor Dam, landsstýriskvinna, í svari til Heðin Mortensen, løgtingsmann, sum spurdi um søluna.

Granskingarráðið átti bygningin. Ráðið fekk ábyrgdina av honum 31.mars í 2014.  

Granskingarráðið, sum umsitur Granskingargrunnin og Sjúkrakassagrunnin, fær einki beinleiðis burtur úr søluni. 

Pengarnir til gransking

Pengarnir fara, tá allar útreiðslur er goldnar, eftir 1.apríl í 2019 til gransking og aðrar slíkar verkætlanir.  

Tvey leigumál vóru í bygninginum, tá hann varð seldur. 

Hesi halda, sambært skeytinum, fram óbroytt. Keypararnir yvirtóku verandi leigusáttmálar.

Sjúkrakassabygningurin stóð til sølu á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum. Kunnað varð um tað á Facebooksíðu ráðsins, eisini hvørji tilboð komu.

Átta áhugaðir keyparar vóru. Tveir bjóðaðu, tá avtornaði.

Sambært In.fo eru keyparar hjúnini Bjørk Maria Krog Kunoy og Bjørn Kunoy. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873