CO2-innihald í luftini tað hægsta nakrantíð

CO2-innihald í luftini tað hægsta nakrantíð
Í nýggjastu frágreiðingini frá altjóða veðurlagsstovninum, WMO, stendur, at CO2-innihaldið er á einum støði, sum man ikki hevur sæð fyrr
 
01.11.2017 - 11:48

Altjóða veðurlagsstovnurin, World Meterological Organization,  vísir í nýggjastu frágreiðing frá stovninum á, at CO2-innihaldið í lofthavinum er tað hægsta í 800.000 ár. 

Konsentratiónin av koltvísúrevni ella CO2 í lofthavinum liggur á 403,3 ppm, meðan hetta miðaltalið varð mált at vera 400 árið áðrenn. Sambært frágreiðingini er hækkanin eitt úrslit av menniskjaligum tiltøkum og El Niño.

Frágreiðingin er grundað á mátingum, ið eru framdar í 51 londum kring heimin. 

Óvanliga heitt veðurlag

- Hetta er størsta hækkan, vit hava sæð seinastu 30 árini, vit hava fingist við hesari skipanini. 

Soleiðis sigur Oksana Tarasova við BBC, sum er leiðari á tí verkætlanini hjá WMO, sum hevur eftirlit við lofthavinum. 

Aðalskrivarin í WMO, Petteri Taalas, vísir eisini á álvaran av høgu tølunum. 

- CO2 verður verandi í lofthavinum í fleiri hundrað ár og enn longur í havunum. Vit fara at fáa eitt óvanliga heitt og ógvisligt veðurlag í framtíðini, sigur Petteri Taalas.

Taalas sigur eisini, at hendan nøgdin er væl størri, enn avtalað sambært Parísavtaluni. 

Parísavtalan er ein altjóða veðurlagsavtala, ið varð samtykt í París 12. december. 

Og eftir Parisavtaluni um veðurlagsgass, má útlátið ikki vera meir enn 42 milliardir tons, um hitin ikki skal hækka meir enn tvey stig. 

Veðurlagstoppfundur í næstum

Formaðurin í veðurlagsnevndini hjá ST, Erik Solheim, sigur við norska kringvarpið, at tað sum nú kemur undan kavi, og tað sum er samtykt, er alt ov langt frá hvørjumøðrum.

- Eftir at avtalan úr Paris hevur verið í gildi í eitt ár, er støðan verri enn nakrantíð, sigur hann við AFP.

Veðurlagstoppfundur verður í Bonn í næstu viku, og høvuðsuppgávan verður at fáa greiðu á, hvussu samtyktin úr Paris kann setast í verk.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at USA vil ikki halda áfram við at vera partur av avtaluni. 

Les frágreiðingina frá WMO her.

 

Rætting: Í upprunaligu greinini stóð, at útlátið av CO2 varð tað hægsta nakrantíð. Hetta er tó ikki ein av høvuðsniðurstøðunum hjá WMO. 

Rættað: 02.11.2017

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Leygardag 10. januar
Upp á tá - 090126
202480
Leygardag 10. januar
Vikugesturin: Mitt í tónleikinum
202479
Leygardag 10. januar
Vikan 10. januar 2026
202471
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341