Kallaðu álitisfólkini inn til kunnandi fund í dag

Kallaðu álitisfólkini inn til kunnandi fund í dag
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kallaðu álitisfólkini inn til kunnandi fund kl 13.00 í dag. Á fundinum varð kunnað um samráðingarnar.
 
04.11.2017 - 16:58

Í fráboðanini, sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar handaði stjóranum á lønardeildini fríggjakvøldið, verður boðað frá víðkaðum arbeiðssteðgi galdandi fyri: 

- Sjúkrarøktarfakligar varastjórar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðuroyar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum.

- Leiðaran á Uttanlandstænastuni.

- Depilsleiðarar á Kirurgiska deplinum og Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

- Allar deildarleiðarar og varadeildarleiðarar á øllum sjúkrahúsunum við undantikið á Psykiatriska deplinum  á  Landssjúkrahúsinum.

Meðan arbeiðssteðgur er, noktar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sínum limum at luttaka í sjúklingaflutningi. Arbeiðssteðgurin er galdandi frá mánamorgni 6. november 2017 kl 08.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928