27 latið lív í melduródn

27 latið lív í melduródn
Ein melduródn hevur herja í Vietnam um vikuskiftið Ringast rakta økið er landsluturin Khanh Hoa, har fleiri doyðu, tá hús teirra vórðu skolað burtur
 
05.11.2017 - 12:04

Í minsta lagi 27 fólk hava latið lív í Vietnam har ein melduródn hevur herjað um vikuskiftið.

Ringast rakta økið er landsluturin Khanh Hoa, har fleiri doyðu, tá hús teirra vórðu skolað burtur av ovurstóru vatnmongdunum.

22 fólk eru ikki afturíafturkomin, teirra millum er manningin á einum farmaskipi, sum koppaði útfyri landslutin Binh Dinh.

Umleið 600 hús eru oyðiløgd og eini 40.000 hava fingið skaða. Eisini eru fleiri útróðrarbátar farnir til botns ella fingið skaða.

Hetta er aðru ferð seinasta mánaðin, at Vietnam verður meint rakt av ódnarveðri.

Í oktober doyðu 75 fólk í eini tropiskari ódn, sum herjaði landið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815