Verkfall: Hvørji tøl snýr ósemjan seg um?

Verkfall: Hvørji tøl snýr ósemjan seg um?
Sjúkrarøktarfrøðingarnar krevja somu løn sum aðrir fakbólkar við somu útbúgvingarlongd og somu ábyrgd. Men hvør er lønin hjá hesum fakbólkunum?
 
07.11.2017 - 10:50

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur lýst verkfall. Í løtuni eru 46 sjúkrarøktarfrøðingar í verkfalli, og hósdagin fara 22 aftrat. 

Semingsroyndirnar eru mangar, men enn er eingin semja millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Sjúkrarøktarfrøðingarnar krevja virðing og somu løn, sum fakbólkar við somu útbúgvingarlongd og ábyrgd. 

SÍ EISINI: Sjúkrarøktarfrøðingar verða ikki tiknir í álvara

Lønardeildin metir tó ikki, at talan er um ymiskar lønir frá fakbólki til fakbólki.

- Um man samanber við aðrar bólkar, sum liggja á sama støði, so er ikki so stórur munir á lønini hjá teimum og øðrum, sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini

Men hvørji eru tølini, sum feløgini bæði sipa til?

Vit hava leita fram lønartalvurnar hjá sjúkrarøktarfrøðingum, pedagogum og lærarum fyri at síggja, hvør munurin er. 

Allar útbúgvingar telja 240 ECTS ella útbúgvingarstig, og tað merkir, at útbúgvingartíðin er hin sama. Tó hava sjúkrarøktarfrøðingar eitt nú eisini kliniska praksis, ið er eitt ár. 

  Byrjunarløn Endaløn
Sjúkrarøktarfrøðingur 25.260,85 29.617,05
Pedagogur 25.423,01 29.446,66
Lærari 25.560,49 33.139,51

Ein nýútbúgvin lærari/pedagogur/sjúkrarøktarfrøðingur, ið hevur fingið fast starv, fær tá omanfyrinevnda byrjunarløn og endaløn.

Tað merkir, at viðkomandi í minsta lagi kann tjena byrjunarlønina og í mesta lagi tjena endalønina. Hetta er tá uttan eyka leiðsluábyrgd, sum ger, at lønin broytist. 

Byrjunarlønin hjá hesum trimum fakbólkum er næstan hin sama. Men talvan vísir, at endalønin hjá einum lærara er munandi hægri enn endalønin hjá einum sjúkrarøktarfrøðingi. 

Nógv vísa stuðul

Nógvir fakbólkar hava víst stuðul til sjúkrarøktarfrøðingarnar. Eitt nú hava Føroya Pedagogfelag, Skipara- og Navigatørfelagið, Samtak og Lærarafelagið alment boðað frá, at tey stuðla sjúkrarøktarfrøðingunum.

Annfinnur í Garðalið, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum, segði við Dag & Viku í gjár, at felagið góðtók ikki samráðingarmátan, tí Fíggjarmálaráðið saman við Starvsmannafelagnum høvdu lagt lønarkarmin fyri komani samráðingar. Sambært Annfinnur í Garðalíð er alt tá avgjørt frammanundan. 

Føroya Pedagogfelag hevur á Facebook-vanganum hjá felagnum eisini boðað frá, at felagið stuðlar sjúkrarøktarfrøðingum. Felagið tekur undir við, at tíðin er búgvin at rætta skeivleikan. Eisini deildi felagið eina talvu, ið samaber lønir hjá ymsum fakbólkum. Trýst á myndina niðanfyri fyri at síggja útgreining av fýra fakbólkum og løn teirra, sum Føroya Pedagogfelag hevur lagt á egnan facebook-vanga. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190