Verkfall ávirkar sjúklingar

Verkfall ávirkar sjúklingar
Sjúklingar á Landssjúkrahúsinum eru fluttir til aðrar deildir, til Klaksvíkar og til Suðuroyar. Verkfallið byrjar at tyngja, sigur sjúkrahússtjórin
 
09.11.2017 - 08:45

Í morgun eru umleið 20 sjúkrarøktarfrøðingar á B7 á Landssjúkrahúsinum eisini farnir í verkfall.

Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar avgjørdi fyrr í vikuni at herða verkfallið, í eini roynd at fáa lønardeildina í fíggjarmálaráðnum til samráðingarborðið.

Frammanundan eru 46 sjúkrarøktarfrøðingar í verkfalli.

Men tað stendur framvegis í botni í sáttmálatrætuni.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevði samband við báðar partar í gjár, men hann sigur, at støðan er neyvt tann sama, sum tá semingsmaðurin varð boðsendur fyrstu ferð.

- Einki er broytt, og tí er einki grundarlag fyri at senda boð eftir pørtunum, segði Terje Sigurðsson við útvarpið í gjárkvøldið.

Enn er tað ráðiligt

Ronnie Midjord, stjóri á Landssjúkrahúsinum, var staddur á B7 í morgun, tá verkfallið varð hert. Hann heldur, at enn er tað ráðiligt, at sjúklingar verða fluttir millum deildirnar:

- Tað verður mett, frá leiðandi lækna her á medisinska depilinum at vera forsvarligt, sigur Ronnie Midjord um støðuna á Landssjúkrahúsinum.

- So leingi sum vit hava eina akutta tilbúgving, sum stendur klár, og vit fáa undantak til tað, sum vit hava fingið higartil, so fari eg ikki at siga, at tað ikki er forsvarligt. Men tað byrjar at belasta hetta húsið nógv eftir hondini. 

Soleiðis sigur sjúkrahússtjórin, sum vónar, at tað skjótt kemur glið á samráðingarnar millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina. 

Pedagogfelagið góðtekur eiheldur

Stígur er eisini komin í samráðingarnar millum Pedagogfelagið og lønardeildina, og Pedagogfelagið hevur boðsent sínum álitisfólkum til fundar klokkan níggju í morgun, har nevndin fer at kunna tey um gongdina í samráðingunum.

Pedagogfelagið góðtekur ikki, at karmurin í sáttmálanum millum lønardeildina og Starvsmannafelagið skal skalda fyri pedagogarnar, tí viðurskiftini eru ymisk, sigur felagið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533