Taks fer í landsrættin við eigarunum av Varðanum

09.11.2017 - 18:28
Innlendis›Samfelag
Taks fer í landsrættin við eigarunum av Varðanum
Taks góðtekur ikki dómin í Føroya rætti

Taks góðtekur ikki avgerðina hjá Føroya Rætti í málinum um skattaviðurskiftini hjá teimum 11 eigarunum í Varðanum í Gøtu, og hevur tí gjørt av at skjóta avgerðina hjá Føroyarætti inn fyri landsrættin.

Ta avgerðina hevur Taks tikið í dag, og sleppur tí undan at rinda tvær milliónir kr. í sakarmálskostnaði, í øllum førum fyribils.

Fyri tveimum vikum síðani gjørdi Føroya rættur av, at teir 11 partaeigararnir í Varðanumsleppa undan at rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónum krónunum av søluupphæddini, um fyritøkan verður seld.

Eftir kapitalvinningsskattalógini er skatturin 35 prosent, og tí sleppa eigararnir undan at rinda 310 milliónir kr. í skatti.

Tað eiga teir ikki at sleppa undan, og tí fer Taks at royna málið í landsrættinum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri:

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037