Transkynd vunnið stórsigur í Virginia

Transkynd vunnið stórsigur í Virginia
- Til ein og hvønn... ...ið hevur havt tørv á onkrum at svara fyri seg, tá tey ikki høvdu áræði sjálvi… Hetta er til tykkum
09.11.2017 - 22:20

Skrivað hevur Birita Matras Petersen

 

Týskvøldið vann demokraturin Danica Roem á konservativa republikanaranum Bob Marshall í Virginia. Hóast hetta ikki er fyrsti transkyndi limur í amerikanska lóggávutinginum, er Danica Roem fyrsti opni transkyndi limur í amerikanskari søgu.

 

73 ára gamli Bob Marshall hevur frammanundan tikið undir við einum lógaruppskoti, ið hevði skert rættindini hjá transkyndum viðvíkjandi vesi.

 

Ígjøgnum valstríðið var Danica Roem opin um kynsliga samleika sín, men segði, at hetta ynskti hon ikki at seta í brennidepil. Heldur ynskti hon at leggja dent á arbeiði, skúlar og serliga ferðslutøpp.

 

Valstríðið millum Danica Roem og Bob Marshall, ið noktaði at viðurkenna hana sum kvinnu, hevur vakt altjóða ans.

 

Tá stríðið var av, og hon hevði vunnið týðiligan sigur, bar hon boðskap út til eldhugaðu fjøldina:

 

- Til ein og hvønn, ið hevur skarað framúr, ið hevur verið stigmatiseraður, ið hevur verið útihýstur, ið hevur verið uttan fyri fjøldina, ið hevur havt tørv á onkrum at svara fyri seg, tá tey ikki høvdu áræði sjálvi… Hetta er til tykkum.

 

Keldur: www.nbcnews.com og www.independent.co.uk

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.