Heilivágurin hjá eldri fólki kannaður hvørt ár

Heilivágurin hjá eldri fólki kannaður hvørt ár
Ein roynd er á veg, sum skal forða fyri, at fólk fáa skeivan heilivág
Ikki altíð var heilivágurin, fólk fingu, tann sami, sum læknin segði, tey skuldu fáa.
 
15.11.2017 - 07:19

Nú eru stig tikin til, at fólk, 65 ár ella eldri, altíð fáa tann rætta heilivágin. 

Kanning er gjørd í Boðanesheiminum og Eysturoyar røktar- og ellisheimi.

Heilivágurin hjá 54 fólkum varð kannaður. 

Kanningin vísir, at ikki altíð er samsvar millum heilivágslistan hjá læknum og tann heilivág, sum fólk fáa, upplýsir Heilsumálaráðið, sum gjørdi kanningina saman við Apoteksverkinum. 

Við slíkari heilivágsgjøgnumgongd, sum Heilsumálaráðið kallar hana, er møguleiki at fáa hetta rættað og samstundis minka  heilivágsnýtsluna. 

Minni heilivágur

Higartil vísir verkætlanin, at fólk í røktarheimum fáa fimm prosent færri sløg av heilivági eftir gjøgnumgongdina, og at tíðin, sum starvsfólkini brúka at geva heilivág, styttist átta prosent.  

Endamálið er at betra um viðgerðartrygdina hjá fólki, og harumframt verður herðsla løgd á, at fólk ikki fáa óneyðugan heilivág.

Samstundis verður kostnaðurin fyri heilivág avmarkaður so nógv sum gjørligt.

Í fyrsta umfari er talan um royndarverkætlan.

Sjey tilmæli

Arbeiðsbólkurin, sum gjørdi kanningina, gjørdi sjey tilmæli.

Hann mælir millum annað til, at í fyrsta lagi fáa fólk í røktar- og ellisheimum tilboð um heilivágsgjøgnumgongd eina ferð um árið. 
Í øðrum lagi verður mælt til, at øll, sum eru 65 ár og eldri, fáa heilivágsgjøgnumgongd eina ferð um árið.

Tað fer at kosta okkurt um 4,6 mió. kr. um árið at ganga gjøgnum heilivágin hjá fólki, 65 ár og eldri, sum fáa meira enn fýra sløg av heilivági frá lækna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439