Libanski forsætisráðharrin leggur frá sær

Libanski forsætisráðharrin leggur frá sær
Saad al-Hariri, kunngjørdi herfyri, at fór at leggja frá sær sum libanskur forsætisráðharri. Keldur vilja vera við, at hetta hendir innan 48 tímar
 
16.11.2017 - 14:05

Saad al-Hariri, sum herfyri kunngjørdi, at hann hevur lagt frá sær sum libanskur forsætisráðharri, hevur tikið av eini innbjóðing um at koma til Fraklands á vitjan, upplýsir franska uttanríkisráðið.

Ein kelda sigur við Reuters, at Hariri, sum seinastu dagarnar hevur verið í Saudiarabia, fer úr høvuðsstaðnum Riyadh í seinasta lagi um 48 tímar til Beirut, har hann alment fer at leggja frá sum forætisráðharri.

Samstundis hevur Hariri tikið av eini innbjóðing um at vitja Paris, men talan er ikki um, at Frakland bjóðar honum politiskt friðskjól, sigur franski forsetin, Emmanuel Macron. 

4. november boðaði Hariri, sum tá var komin til Saudiarabia, frá, at hann legði frá sær sum forsætisráðharri í Libanon. Hann kendi seg hóttan eftir lívinum, segði Hariri. 

Síðani hevur verið dúgliga gitt, um Saudiarabia og Iran hava havt onkran leiklut, nú Hariri hevur lagt frá sær, tí bæði londini hava stóra ávirkan á viðurskiftini í Libanon. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311