- Eg havi nærum einki etið seinastu 24 tímarnar

- Eg havi nærum einki etið seinastu 24 tímarnar
Burn Showdown verður í vikuskiftinum 17. og 18. november. Í gjárkvøldið skuldu allir luttakararnir vigast
17.11.2017 - 12:06

Journalistur: Katrin Joensen-Næs

 

Millum luttakararnar vóru Geir Thomsen og Christian Christiansen, sum báðir skulu umboða Føroyar í boksing til Showdown. Afturat teimum eru teir donsku boksararnir júst lendir í Føroyum, og allir lurttakararnir vigaðu inn saman, dagin fyri kappingina.

 

 

Íðkararnir hava vant hart í fleiri vikur upp undir kappingina. Christian sigur um venjingina:

 

- Vit hava boksað nógv. Serliga nógv konditiónsvenjing, sum er ræðuliga týdningarmikil í boksing. Afturat tí eru vektklassar í boksing. So nógv arbeiði er eisini lagt í at koma niður í vekt. Tað hevur verið hart.

 

Geir sigur frá um síðsta samdøgrið:

 

- Síðstu 24 tímarnar svøltar man seg sjálvan. Eg havi nærum einki etið ella drukkið í allan dag, tí eg mátti vera sikkur uppá, at eg fór at klára vektina.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.