Eingin avgerð tikin enn

Eingin avgerð tikin enn
Í morgin tekur Miðflokkurin avgerð, um tey fara at gera nýggja samgongu saman við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn
 
19.11.2017 - 11:46

Talan verður um nýggja samgongu, ikki víðkan av verandi samgongu, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

Hann var saman við Bill Justinussen og skrivara floksins á samstarvsfundi í nátt. Fundurin byrjaði klokkan gott 23 og endaði klokkan tvey.

Við fyri samgonguna vóru Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Poul Michelsen skuldi av landinum tíðliga í morgun og var tískil ikki við.

Jenis av Rana vil ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið, men sigur, at tey hesar tríggjar tímarnar í nátt komu væl rundan um tey 18 punktini, Miðflokkurin vil hava við í eitt samgonguskjal
- um samgongan altso vil hava Miðflokkin við. 18 punkt, sum Miðflokkurin lat løgmanni fyri viku síðani. 

Hesi punkt siga millum annað, at uppboðssøluparturin skal minka munandi, um Miðflokkurin skal vera við til at gera fiskivinnunýskipanina, umframt at reglurnar um antitrust skulu vera munandi linari.

Miðflokkurin vil eisini hava eina fólkaatkvøðu næsta ár um broytingarnar, sum eru framdar í hjúnarbandslógini.

Og Miðflokkurin ynskir, at skattafría grundarupphæddin skal fáa frið, og hon skal hækkast til tað støðið, hon var á, áðrenn samgongan lækkaði hana.

Aftrat hesum vil Miðflokkurin hava ein landsstýrissess og krevur eisini nevndarsess. Og so hevur Miðflokkurin í nátt sett fram ynski um ein skattalætta til lág- og miðallønt.

Í morgin fara teir báðir løgtingslimirnir fyri Miðflokkin til baklandið at kunna um fundin og tað, sum kom fram har - og so verður avgerð tikin um, hvat tey so gera.

Greitt er tó, at Miðflokkurin fer ikki at víðka um verandi samgongu.

- Talan verður um nýggja samgongu. At víðka sitandi samgongu kemur ikki upp á tal, sigur Jenis av Rana.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532