Kristianna spyr um sálarligan harðskap

Kristianna spyr um sálarligan harðskap
Skal sálarligur harðskapur kunna revsast á sama hátt sum kropsligur harðskapur? Soleiðis spyr tingkvinna, Kristianna Winther Poulsen, løgmann
 
30.11.2017 - 09:10

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna í Javnaðarflokkinum, reisti spurningin í løgtinginum í gjár, tá hon spurdi løgmann um málið.

Kristianna Winther Poulsen greiddi frá teimum upplýsingum, sum vórðu komnar fram í Norðurlandahúsinum á altjóða degnum móti harðskapi móti kvinnum:

- Á tiltakinum kom greitt fram, at umframt likamligan harðskap er eisini sálarligur harðskapur ein stórur trupulleiki. Eingin revsing er fyri sálarligan harðskap, tí hesin er torførur at prógva, segði hon og legði afturat, at 296 av teimum 488 áheitanum, sum Kvinnuhúsið móttók í 2016, vóru vegna sálarligan harðskap.

Istanbul-sáttmálin

Ein altjóða sáttmáli er, sum fevnir um sálarligan harðskap. Hann eitur Istanbul-sáttmálin, og Kristianna Winther Poulsen vildi eisini hava at vita, um ætlanir eru at seta hann í gildi í Føroyum.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, svaraði soleiðis:

- Tað er ikki eitt mál, sum vit hava arbeitt nakað serligt við á løgmansskrivstovuni, ti eru tað rættiliga umfatandi spurningar, sum eg havi trupult við at svara uppá í einum munnligum fyrispurningi, segði løgmaður. 

Kristianna Winther Poulsen fer nú at seta løgmanni sama spurning skrivliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809