Sera torført at fáa semjur um svartkjaft og sild

30.11.2017 - 13:01
Innlendis›Vinna
Sera torført at fáa semjur um svartkjaft og sild
Umráðandi, at føroyingar standa saman, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður:
Svartkjaftur

Er trupult at finna semju millum strandarlondini um svartkjaftin er upp aftur verri at fáa semju um norðhavssildina.

Samráðingarnar um tey bæði fiskasløgini eru sera truplar, men roynt verður aftur í næstu viku.

Tað er umráðandi, at allir flokkar eru samdir um tað, sum føroyingar krevja og áseta sær sum kvotu, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, tá hann í gjár svaraði einum munnligum fyrispurningi frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni, um samráðingarnar millum strandarlondini um uppsjóvarfisk.  

Allir flokkar uttan Framsókn og Miðflokkurin hava fólk í Uttanlandsnevndini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334