USA tekur seg úr altjóða sáttmálanum um migratión

USA tekur seg úr altjóða sáttmálanum um migratión
Amerikanararnir kalla sáttmálan ósambæriligan við teirra politikk - tað sigur ST sendinevndin í USA.
USA tekur seg úr altjóða sáttmálanum um migratión
 
03.12.2017 - 12:16

Fyrisitingin hjá amerikanska presidentinum, Donald Trump, hevur tikið USA úr sáttmálanum hjá ST um at betra um handfaringina av flóttafólkamálum og kreppum.

Amerikanska ST sendinevndin hevur boðað ST aðalskrivaranum frá, at USA tekur seg úr altjóða sáttmálanum um migratión.

Allir 193 limirnir í ST tóku annars undir við politiska sáttmálanum, sum skal taka hond um tey menniskju, ið flýggja vegna kríggj, náttúruvanlukkur og neyð. Øll lovaðu tey at tryggja flóttafólkum rættindi, hjálpa teimum við bústaði og tryggja, at tey hava atgongd til útbúgving og arbeiði. 

Hesin politiski sáttmálin er ikki í tráð við hugsjónirnar hjá Trump-fyrisitingini viðvíkjandi migratión, sum sjálv vil gera av, hvussu tey umsita landamørkini, og hvørjum tey loyva at koma inn í landið. 

USA við Trump-fyrisitingini á odda, hevur tikið seg úr fleiri altjóða sáttmálum og avtalum, til dømis verðurlagsavtaluni í París frá 2015, og fyri stuttum tóku teir seg úr UNESCO - ein felagsskapur undir ST, sum skal fremja heimsfrið og virðing fyri mannarættindum - tí Trump-fyrisitingin helt UNESCO vera "anti-ísraelskt". 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523