Maður deyður í ferðsluvanlukku seint í gjárkvøldið

Maður deyður í ferðsluvanlukku seint í gjárkvøldið
Vanlukkan hendi í Líðini við Trongisvágsfjørð
Staðfest varð 35 minuttir eftir at fráboðanin kom um vanlukkuna, at maðurin var deyður.
 
05.12.2017 - 07:12

Ein 41 ára maður úr Suðuroynni doyði í ferðsluvanlukku í Líðini við Krambatanga seint í gjárkvøldið.

Maðurin var einsamallur í bilinum. Hann var á veg norðureftir, móti Tvøroyri.

Maðurin koyrdi á ein lyktapela, og bilurin fór út av vegnum.

Polititiið veit ikki, hví vanlukkan hendi. Persónbilurin, sum er illa farin, er ikki kannaður enn.  

Politiið fekk fráboðan um hendingina klokkan 12 minuttir í hálvgum tólv í gjárkvøldið. 35 minuttir seinni varð staðfest á sjúkrahúsinum á Tvøroyri, at maðurin var deyður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065