Andstøðan sigur kortanei, og Framsókn ivast

Andstøðan sigur kortanei, og Framsókn ivast
Andstøðan mælir staðiliga frá at samtykkja uppskotið. Framsókn sigur, at álitið hjá Vinnunevndini er ikki samsvarandi semjuni hjá samgonguni
Hanna Jensen, tingkvinna hjá Framsókn, sigur, at nú fer flokkur hennara at viðgera álitið hjá Vinnunevndini.
 
05.12.2017 - 07:35

Samgongan kann neyvan vænta sær hjálp frá andstøðuni, tá atkvøðast skal um fiskivinnunýskipanina. Atkvøðugreiðslan verður ætlandi fríggjadagin.

Vinnunevndin kom víð sínum áliti í gjárkvøldið. 

Í tí sigur meirilutin í nevndini, sum eru andstøðuflokkarnir Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýri, at hann
tekur ikki undir við málinum og mælir løgtinginum staðiliga frá at samtykkja uppskotið. 

Samgongufólkini í nevndini hava gjørt nógvar broytingar í uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, fyri at fáa 17 atkvøður fyri uppskotinum.

Framsókn ónøgd 

Men tann eini flokkurin í samgonguni, Framsókn, sum ikki hevur fólk í Vinnunevndini, er farin at ivast, nú so nógvar broytingar eru gjørdar í uppskotinum, sum semja varð gjørd um í summar. Sambært henni eru menningarkvoturnar 7%. Nú eru tær vorðnar 8,5%.  

Flokkurin heldur millum annað, at menningarkvoturnar ella økiskvoturnar eru vorðnar ov stórar.

Álitið hjá Vinnunevndini, sum er 19 síður, kann lesast her.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655