Alivinnan skal rinda brúksgjald

bannari
07.12.2017 - 14:28
InnlendisSamfelag
Alivinnan skal rinda brúksgjald
Alivinnan skal rinda ein part av roknaðu tilfeingisrentuni í landskassan, ístaðin fyri galdandi skipan, ið revsar alararnar, tá laksaprísurin fellur
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Tað heldur Skattanevndin, sum fyrr í vikuni almannakunngjørdi sítt tilmæli um at breiðka skattagrundarlagið við tí endamáli at lækka vanliga inntøkuskattin

Gjaldið, sum alivinnan eigur at rinda landskassanum, er ikki ein skattur, men eitt brúksgjald, sum skal rindast fyri at sleppa at brúka avmarkaða talið av alifirðum í Føroyum.

Kortini er brúksgjald til alivinnuna partur av pakkanum hjá Skattanevndini, tí - sum nevndin sigur - so er talan um inntøkukeldu hjá tí almenna, sum kann vera við til at breiðka inntøkugrundarlagið og fíggja umlegging av skattatrýstinum burtur frá vanliga inntøkuskattinum hjá m.a. einstaklingum.

Í frágreiðingini stendur: 

"Skattanevndin mælir til, at inntøkurnar frá gjøldum fyri rættin at gagnnýta aliloyvini og fiskirættindi verða nýttar til at lækka inntøkuskattin við og styrkja landskassan við".

Ikki rættvísandi

Fyri at fáa støðufesti í sveiggjandi íkastið frá alivinnuni í landskassan, so ber til at javna inntøkurnar, sum verða brúktar á fíggjarlógini, yvir tíð um brúskapargrunn, sigur nevndin.

Galdandi loyvisgjald hjá alivinnuni er ov høgt, tá altjóða laksaprísurin er lágur, og gjaldið er ov lágt, tá prísurin er høgur. M.a. tí eigur tað at broytast, sigur Kári Petersen, formaður í Skattanevndini:

- Vit meina tað, at gjaldið eigur í nógv hægri mun at avspegla tað virðið, tað hevur, at kunna nýta teir føroysku alifirðirnir. Tað, sum vit síggja, er, at alifyritøkurnar rinda simpelthen for lítið loyvisgjald, tá prísirnar eru høgir. Tað gjaldið, sum vit hava í dag, er ikki ordiliga rættvísandi, sigur hann. 

Krevja 80% av tilfeingisrentuni

Tað er ikki møguligt at fáa staðfest neyvt, hvussu stór tilfeingisrentan er í alivinnuni, tí eingin skipaður marknaður er, har aliloyvini javnan verða keypt og seld.

Tilfeingisrentan er marknaðarvirðið á rættinum at gagnnýta aliøkini. Og tí hevur Skattanevndin roknað seg fram til eitt loyvisgjald, sum alivinnan skal rinda, og sum er grundað á metta tilfeingisrentu.

Skattanevndin mælir ikki til, at øll tann roknaða tilfeingisrentan verður kravd, men 80% av henni.

Eitt slíkt gjald ger, at tað almenna fer at fáa minni inn í partafelagsskatti og vinningsbýtisskatti frá alivinnuni, men á botnlinjuni koma kortini at standa 190 milliónir krónur.

Hetta stendur í stóra roknistykkinum hjá Skattanevndini, sum mælir til at breiðka skattaskipanina, soleiðis at vanligi inntøkuskatturin kann setast niður.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. mars
Vikuskiftið 14. februar 2025
189224
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Fríggjadag 14. mars
Morgunlestur fríggjadagur 14. mars 2025
188901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087