Frádráttur fyri gjald til yrkisfeløg

Frádráttur fyri gjald til yrkisfeløg
Ein meiriluti í fíggjarnevndini tekur undir við uppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir, um at fakfelagslimir kunnu draga limagjald frá í skatti
 
11.12.2017 - 08:47

Tjóðveldi, Miðflokkurin og Javnaðarflokkurin í fíggjarnevndini siga, at uppskotið javnsetir partarnar á arbeiðsmarknaðinum, tí galdandi lóg heimilar bara arbeiðsgevarum henda frádrátt.

Samstundis er hetta ein skattalætti til vanligar lønmóttakarar, sum eru limir í fakfelag, sigur meirilutin.

Minnilutin mælir frá at samtykkja

Minnilutin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, sigur, at allir flokkar í tinginum hava tikið undir við bruttoskattaskipanini til tess at gera umsitingina so einfalda, sum til ber.

Tí er ein botnfrádráttur í landsskattinum í staðin fyri ymiskar frádráttir, eisini frádráttur fyri gjald til yrkisfeløg.

Vil samgongan lata ein lætta, eigur hon heldur at hækka botnfrádráttin í landsskattinum, siga Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin í fíggjarnevndini, sum mæla tinginum frá at samtykkja uppskotið.

Ruth í Vang í Framsókn, sum eisini er forkvinna í fíggjarnevndini, sigur í sínum áliti, at hon tekur støðu í tingsalinum. 

Uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir kemur til 2. viðgerð í tinginum í dag, og tá verður eisini atkvøtt í málinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742