Veiðigjald strikað

Veiðigjald strikað
Skip, sum eiga norðhavssild og makrel eftir at fiska í ár, sleppa nú at flyta fiskin til næsta ár. Samstundis er veiðigjaldið tikið av
 
11.12.2017 - 14:58

Veiðigjaldið, sum er tvær krónur fyri kiloið hjá uppsjóvarskipum og eina krónu fyri skip á landleiðini, er tikið av, tað sum eftir er av árinum. Tað samtykti løgtingið við aðru viðgerð í dag.

Uppskotið varð lagt fyri løgtingið 1. november og fær gildi frá tí, hóast tað ikki verður samtykt fyrr enn nú.

Andstøðan mælir frá

Andstøðan, sum hevur meirilutan í Vinnunevndini, tók undir við at flyta sildina og makrelin um ár, men mælti staðiliga frá at taka avreiðingargjaldið av, tí so langt er liðið á árið, at eingin meining er í tí. Og so hevur avreiðingargjaldið virkað til, at mestsum allur fiskurin er landaður í Føroyum.

Uppskotið frá meirilutanum í Vinnunevndini varð felt, meðan uppskotið frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, varð samtykt.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði uppskotið fram 1. november, tí serliga stórar nøgdir av sild vóru eftir at fiska og nakað av makreli.

Eftir uppskotinum skal eigari av fiskifari, tað sum er eftir av 2017, ikki rinda avreiðingaravgjald á 2 krónur fyri hvørt kilo í rundari vekt av makreli og norðhavssild, sum fiskifarið landar til virkingar ella frystingar uttanlands ella letur móttøkuskipi undir fremmandum flaggi til virkingar ella frystingar.

Harafturat skal eigari av fiskifari á føroysku landleiðunum ikki rinda avreiðingaravgjald á 1 krónur fyri hvørt kilo í rundari vekt av makreli og norðhavssild, sum fiskifarið landar til virkingar ella frystingar uttanlands ella letur móttøkuskipi undir fremmandum flaggi til virkingar ella frystingar.

Lagt verður upp til, at strikingin av avreiðingaravgjaldinum fær gildi frá framløgudegnum, sum var 1. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303