Kærur um fastspenning

14.07.2017 - 15:34
InnlendisHeilsa
Kærur um fastspenning
Í alt 12 kærur vórðu latnar Psykiatrisku sjúklinganevndini og í teimum var talan um 20 kærur um tvingsilsinntriv.

Fimm kærur um tvingsils-fastspenning vóru viðgjørdar í Føroya Kærustovni í 2016. Tað sæst í ársfrágreiðingini hjá Føroya Kærustovni.

Í alt 12 kærur vórðu latnar Psykiatrisku sjúklinganevndini og í teimum var talan um 20 kærur um tvingsilsinntriv. 5 av hesum vóru um tvingsilsfastspenning.

Nakrir av sjúklingunum, sum kærdu um tvingsils-fastspenning, høvdu verið bundnir við maga-, hond- og fótreim í 8, 18 og 28 samdøgur.

Í yvirlitinum frá psykiatriska deplinum sæst, at tvingsilsfastspenning er tann tvingsilsfyriskipanin, sum oftast varð brúkt í 2014 og 2016.

Niðurbinding verður brúkt fyri at sissa sjúklingin og fyri at forða fyri, at sjúklingurin skaðar seg sjálvan ella onnur.

Tramutisk viðgerð

Gransking vísir, at hetta er sera traumatisk fyri sjúklingin, og kann gera meira skaða enn gagn.

Tvingsilsfastspenning er nógv brúkt í Danmark, men er bannað í Íslandi og hevur ikki verið brúkt har síðani 1932. Bretland bannaði nýtsluna av tvingsils-fastspenning í 1983.

Aðrir háttir at sissa sjúklingin eru, at viðkomandi verður hildin av starvsfólki heldur enn bundin.

Tað krevur, at trý fólk altíð mugu vera klár at traðka til.

Ein annar nýttur háttur er at geva sissandi heiligvág og læsa sjúklingin inni í einum rúmi, har viðkomandi ikki kann gera skaða á seg sjálvan.

Í viðmerkingunum til hagtølini ársfrágreiðingini skrivar Psykiatriska sjúklinganevndin, at funnist verður ofta at danskari psykiatriskari praksis, tí tvingsilsfast-spenning er ov nógv brúkt, uttan neyðuga orsøk, og í ov long tíðarskeið og at hetta má sigast at líkjast viðurskiftunum á Psykiatriska deplinum í Føroyum.

Orsøkirnar til hetta metir nevndin vera,

- at tað ikki er nokk av starvsfólki

- væntandi effektivar heiligvágsloysnir

- væntandi handfaring av konfilktstøðum hjá starvsfólkunum

- og væntandi innlit í skaðavirkningunum av tvingsilsfastspenningum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Leygardag 25. mai
Vikan 25. mai 2024
175572
Leygardag 25. mai
Morgunlestur leygardagur 25. mai 2024
175333
Fríggjadag 24. mai
Vikuskiftið 24 mei 2024
175553
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555