Adventskalendarin: Míni amerikansku jól

Adventskalendarin: Míni amerikansku jól
Jólini eru ikki heilt tey, mann sær í sjónvarpinum
17.12.2017 - 18:21

Marin Brandsdóttir er 17 ára gomul og er uppvoksin í Syrðrugøtu. Alt hennara lív hevur hon hildið jól í Føroyum, saman við sínum nærmastu.

 

Men síðsta ár var øðrvísi. Hon fór nemliga allan vegin til USA, sum skiftisnæmingur og har upplivdi hon mangt og hvat, millum annað jól.

 

Hon greiðir frá at áðrenn hon fór til Amerika, hevði hon sæð nógvar amerikanskar jóla filmar so hon helt seg vera klóka uppá hvusssu jólini eru har, men so var ikki.

 

Í sammrøðuni hoyrir tú nemliga hvussu ein heilt vanlig familja heldur jól í Amerika. Hon búði í einum smærri stati, Wisconsin. Hoyr eisini um hvussu jólamaðurin ikki var eitt so stórt “hit" í hennara býi og hvussu man bert gevur jólagávur til síni nærmastu.

 

 

 

 

Sjálvt um tey einki jólatræ høvdu, ongar piparnøtir ella ræst kjøt so sigur hon at tað var áhugavert og lívsjáttandi at uppliva eini øðrvísi jól. Samt við hon lærdi nógv um Amerikansk jól, so slapp amerikanska familja hennara eisini at uppliva eitt sindur av teimum Føroysku Jólunum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.