Høgni Hoydal avhoyrdur

Høgni Hoydal avhoyrdur
Fyrr í mánaðinum vóru embætisfólk í Fiskimálaráðnum og Vørn avhoyrd. Í morgun er tíðin komin til landsstýrismannin Høgna Hoydal.
 
19.12.2017 - 09:53

Avhoyringarnar hjá kanningarstjóra Kristina Samuelsen, halda í morgun fram.

Fyrr í mánaðinum vóru embætisfólk í Fiskimálaráðnum og Vørn avhoyrd, og í morgun er tíðin komin til landsstýrismannin Høgna Hoydal.

Avhoyringarnar vóru upprunaliga fyri afturlatnum hurðum, men hesaferð eru avhoyringarnar almennar. Løgmaður Aksel V. Johannesen verður avhoyrdur í morgin. 

Andstøðan bað um kanningarstjóra

15 fólk í andstøðuni í løgtinginum bóðu um kanningarstjóra at svara seks spurningum um embætisførsluna hjá Høgna Hoydal viðvíkjandi veiðiloyvunum hjá partafelagnum Nærabergi.

Næraberg, sum er uppsjóvarskip, fekk veiðiloyvini hjá Eysturoyingi og Helenu, línuskipum, sum hava ligið í nógv ár.

Sjeyndi spurningurin er, um løgmaður hevur røkt sína skyldu at hava eftirlit við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum á fullgóðan hátt.

Kanningarstjórin játtaði upprunaliga Fiskimálaráðnum at avhoyra embætisfólk fyri afturlatnum hurðum við atliti til, at trúnaðarskjøl fóru at verða løgd fram. Men nú Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen verða avhoyrdir, er tann avgerðin broytt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391