Rættarfundur um barnaporno

19.12.2017 - 13:16
Innlendis112
Rættarfundur um barnaporno
.Ein 33-ára gamal maður játtar seg í ávísan mun sekan í at hava barnapornografiskar myndir og filmsbrot á teldu sínari

Ein fráboðan frá politiinum í Eysturríki, sum kannaði eitt mál um barnapornografiskar myndir og filmsbrot, gjørdi, at poliitið í Føroyum í oktober 2014 gjørdi húsarannsókn hjá einum føroyingi.

Teldupostbústaðurin hjá føroyingunum var komin undan kavi í kanningunum hjá politinum í Eysturríki.

Maðurin, sum nú er 33 ára gamal, er síðani ákærdur, og Føroya rættur viðger mál hansara í dag.

Ákæruritið er í fimm pørtum. 

Drakk illa

Maðurin er í fýra førum ákærdur fyri at hava barnapornografiskar myndir og filmsbrot av fólki yngri enn 18 ár í teldu sínari og fyri at sent øðrum barnapornografiskt tilfar.

Maðurin játtar seg partvíst sekan í at hava myndir og filmsbrot í teldu sínari. Partvíst, tí hann sigur seg ikki minnast. 

Men hann noktar seg sekan í at hava sent øðrum slíkt tilfar.

Maðurin sigur seg einki minnast, millum annað tí hann drakk illa hesi árini. Sambært ákæruritinum er talan um árini 2008 til 2014.

Hevði strikað tilfarið

Í apríl í 2011 sendi hann einum navngivnum manni í Eysturríki barnapornografiskt tilfar og fekk eisini slíkt tilfar frá honum, stendur í ákæruritinum.

Maðurin viðgekk, at myndirnar vóru í teldu hansara, men hann hevði strikað nógvar teirra, sum politiið so hevði funnið fram aftur.

Hann segði, at hann fór ikki á netið at leita eftir myndum av smágentum men av 16-17 ára gomlum gentum. Hinar myndirnar vóru komnar í telduna hjá honum uttan at hann visti av tí ella ætlaði tað.

- Tú veitst ikki, hvat tú fært, tá tú leitar á netinum, segði hann.

Hann segði í rættinum, at hann var heilt givin við at leita eftir gentum á netinum, og hann er givin at drekka fyri trimum árum síðani.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985